Annað

Ternan vann aftur fimmsettara - ímóti Drátti, og KÍF vann á SÍ

Annan dystin á rað vóru kvinnurnar á Toftum við í fimmsettara, og aftur hesaferð var tað Ternan, sum vann - hesaferð á Drátti.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-11-01 20:46 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hotel Djurhuus-deildin:
Dráttur – Ternan 3-2 (17-25, 25-15, 25-14, 19-25, 13-15)

Annan dystin á rað vóru kvinnurnar á Toftum við í fimmsettara, og aftur hesaferð var tað Ternan, sum vann – hesaferð á Drátti.

Dysturin var eitt sindur margháttligur, har liðini skiftust um at smyrja hvørt annað av, áðrenn vit fingu ein spennandi javnbrótara.

Í fyrsta setti legði Ternan fyri við at hava tvær røðir við seks og sjey stigum á rað og legði seg harvið á odda 15-3. Dráttur pyntaði eitt sindur upp á tølini við at vinna átta bóltar á rað, men Ternan vann tó settið 25-17.

Í øðrum setti var viðvent í holuni, og Dráttur fór framum 24-11, áðrenn settið varð vunnið 25-15.

Heimaliðið helt á við somu øði í triðja setti, og skjótt var støðan 15-6 og síðan 25-14.

Dráttur stóð eisini betur í tí, tá ið støðan gjørdist 12-8 í fjórða setti, men so kom stígur í, og Ternan fleyg avstað og vann 25-19.

Í javnbrótaranum hevði Dráttur hug at draga frá og legði seg á odda 9-5, men fýra bóltar seinni var 9-9. Ternan helt á og fór framum 13-10 og 14-11. Dráttur yvirlivdi tveir settbóltar, áðrenn Ternan gjørdi sær dælt av tí triðja og vann 15-13 og dystin 3-2.

Hotel Djurhuus-deildin:
KÍF – SÍ 3-0 (25-19, 25-23, 25-17)

Eftir at hava verið aftanfyri 12-7 í fyrsta setti, bardi SÍ seg seg framum 18-16, men megnaði tó bara at vinna eitt stig aftrat, soleiðis at KÍF vann settið 25-19.

SÍ var aftur í góðari støð í øðrum sett, tá tær vóru frammanfyri 21-17, men mistu alt á gólvið aftur, tí KÍF kom afturíaftur og vann settið 25-23.

Aftur í triðja setti var SÍ væl við í dystunum og fór framum 13-12 og var eisini bara aftanfyri við einum við støðuna 17-18, men tá vann KÍF tað, sum eftir var – átta stig á rað og settið 25-17.

Hjá KÍF var Ariana G. Pereyra toppskorari við 14 stigum, og síðani komu Johanna Bjørt Christiansdóttir og Sharon Haynes við ávikavist 9 og 7 stigum. Allar tríggjar hava fortíð í TB, sum annars ikki hevur lið við í kappingini í ár. Eisini Sesilia Prior fekk 7 stig.

Hjá SÍ var Anna Katrina í Haraldstovu toppskorari við 8 stigum, og henni á baki kom Bettieyð Ellingsgaard við 7 stigum.

Høvuðsmunurin á liðunum var miðjan, sum hjá KÍF stóð fyri 29 stigum, meðan tann hjá SÍ bara hevði 8 stig. Kortini vann SÍ meira stig við blokkinum enn KÍF. SÍ hevði 4 blokkar og KÍF bara 3.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder