Í døgunum 24. til 30. november verður Fótbóltssamband Føroya vertur fyri EM-undankappingini hjá U19-landsliðnum við gentum.
Luttakandi londini vera Føroyar, Ukraina, Litava, og Andorra.
– Seinastu tvær ferðir, vit hava verið í deild B, hava vit vunnið bólkin, og tað ætla vit okkum aftur hesaferð. Liðið er sterkt, og tað ræður eisini um, at vit tora at seta okkum høg mál, sigur Sigtór Petersen, venjari hjá U19-landsliðnum við gentum sambært FSF.
– Hetta verður ein spennandi uppgáva, sum vit veruliga trúgva uppá, at vit kunnu vinna. Vit gleða okkum eisini til at spæla á heimavølli, og vóna, at nógvir áskoðarar koma til dystirnar, sigur hann.
Dystarskráin
24. nov. Ukraina – Andorra (11:00 / Tórsvøllur)
24. nov. Litava – Føroyar (15:00 / Tórsvøllur)
27. nov. Ukraina – Litava (11:00 / Tórsvøllur)
27. nov. Føroyar – Andorra (15:00 / Tórsvøllur)
30. nov. Føroyar – Ukraina (15:00 / Tórsvøllur)
30. nov. Andorra – Litava (15:00 / Svangaskarð)
20 leikarar eru úttiknir til kappingina. Í hópinum eru:
- Bjørk Akselsen, 07 Vestur
- Drós í Haraldstovu Petersen, 07 Vestur
- Leona Kjærbæk Djurhuus, FC Suðuroy
- Silja Ragnarsdóttir Trier, HB
- Petsy Káradóttir Nielsen, HB
- Elin Elmelund Hansen, HB
- Ranja Joensen, KÍ
- Karla Sjóstein, KÍ
- Aleksandra Zachariasen, KÍ
- Emma Charlotta Knudsen, Skála
- Anna Katrina Gregersen Poulsen, Skála
- Rakul Maria Rasmussen, Skála
- Lív Pálsdóttir, Víkingur
- Nita á Lakjuni, Víkingur
- Sára Vang Justinussen, Víkingur
- Miriam Stauss, Víkingur
- Halla Morgan Ejdesgaard, Fortuna Hjørring (Danmark)
- Sara Benjaminsen, FC Nordsjælland (Danmark)
- Kára Sigurðsson, FC Nordsjælland (Danmark)
- Hanna Ellefsen, HB Køge (Danmark)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald