Góða gongdin hjá Geza David Turi tykiskt ikki taka nakrna enda - og vónandi heldur hon væl og virðiliga fram undir landsliðssteðginum, sum nærkast í hvørjum.
Les eisini: Taka hópin út til týðandi uppgávur mánadagin klokkan 10
Grimsby tók í gjár ímóti York City, sum var trý stig frammanfyri undan dystinum, og annað vikuskiftið á rað skoraði Geza Turi, legði upp umframt at gøtumaðurin var við í øðrum málum.
Avrikið hjá nummar 15 var enn einaferð sannførandi. Hann var við í 1-0 málinum, York svaraði tvær ferðir aftur undan steðginum, men í 2. hálvleiki gjørdi heimaliðið av álvara bart.
Grimsby skoraði fýra ferðir, og í 78. minutti var tað 25-ára gamli føroyingurin, sum á egnari hálvu vann bóltin væl, rak 50 metrar við honum fyri síðani at spæla Josh Andrews leysan.
4-2 og tá fimm minuttir vóru eftir, fekk Geza David Turi bóltin beint við brotsteigarlinjuna. Skotið var hart og flatt og fór niður í tættara málhornið: Eins og avrikið hjá Geza var tað sannførandi.
Sí uppleggið og málið í hæddarpunktunum ovast - hæddarpunktini við nummar 15 í miðdeplinum sígghast eisini á Yourube-síðuni hjá Grimsby Town
Grimsby liggur á play-off plássi eftir 14 umfør í League Two.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald