Annað

Kann blíva yngsti Formel 1 heimsmeistarin

Endar Kimi Antonelli á níggjunda plássi ella betri enn tað í Meksiko í kvøld, er hann heimsmeistari í Formel 1.

(Mynd: Sona Maleterova/AFP/Ritzau Scanpix)

(Mynd: Sona Maleterova/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-11-01 14:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Kim Antonelli kann í dag gerast heimsmeistari í Formel 1. Endar hann á níggjunda plássi ella betri enn tað í Grand Prixnum í Meksiko, verður hann yngsti heimsmeistari í Formel 1.

Verður tað ikki í dag, verður tað helst í næstu kapping, tí við fimm kappingum eftir, er 20 ára gamli italiumaðurin á odda við 123 stigum niður til liðfelagan í Mercedes, George Russel og 124 til Lewis Hamilton hjá Ferrari.

Restina av kappingarárinum ber í mesta lagi til at skræva 125 stig saman.

[object Object](Mynd: Ronaldo Schemidt/AFP/Ritzau Scanpix)

Yngsti F1 heimsmeistarin higartil er Sebstian Vettel, sum vann í 2010. Hann var tá 23 ár og 133 dagar.

Kim Antonelli er 20 ár og 68 dagar.

Meksinanska Grand Prixið byrjar í kvøld klokan 20 føroyska tíð.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder