Annað

Sandingar ókeypis til Sandoy hálvmarathon

Sandoy Hálvmarathon og Sands Kommuna hava gørt avtalu um at Sands Kommuna bjóðar øllum sínum borgarum ókeypis at luttaka í Sandoy Hálvmarathon 27, sum verður 15. mai 2027.

Gunn Dania Sunstein, forkvinna í mentunarnevndin hjá Sands Kommunu, og Búi F Clementsen, formaður í B71

Gunn Dania Sunstein, forkvinna í mentunarnevndin hjá Sands Kommunu, og Búi F Clementsen, formaður í B71

2026-11-01 15:38 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Talan er um allar teinar, hálvmarathon 21,1 km- Søltuvík 10,9 km og runt Sandsvatn 6,8 km

Sandoy Hálvmarathon er eitt tiltak har øll kunnu verða við, tað er sosialt- sunt og savnandi. Í 2027 verður tað 15. mai.

Í ár vóru yvir 400 luttakarar, og uml 400 vitjandi gestir sum komu til tey hugnaligu tiltøkini á málinum.

Sands Kommuna er umframt hesa avtaluna eisini ein av høvðusstuðlunum av tiltakinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder