Fótbóltur

Myndir: Føroyar taptu finaluna móti Íslandi

slendingar vunnu 3-1 móti føroyingum, men hetta er fyrstu ferð Føroyar hava vunnið heiðursmerki í kappingini. Sí myndir frá badmonton-finaluni í Small States kappingini í Høllini á Hálsi.

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2026-11-01 19:58 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Seinastu tríggjar dagarnar hevur Høllin á Hálsi verið karmur um badmintonkapping fyri smátjóðir.

Hetta var fyrstu ferð, at Føroyar vóru vertir fyri Small States-kappingini - og talan gjørdist um fyrsta føroyska heiðursmerki í slíkari kapping.

Føroyska liðið vann seg leygardagin í finaluna við 3-2 sigri á Luksemborg, men í dag eydnaðist bert at vinna ein dyst móti sterku íslendingunum, sum kundu fegnast í føroyska høvuðsstaðnum.

Tó ein væleydnað kapping, ítróttarliga og í mun til fyriskipan fyri føroyingar, í góðu karmunum í Høllini á Hálsi. Og eitt slag av fyrireikingunum til Oyggjaleikirnar, har føroysku badmontonsspælararnir á heimavølli ætla at endurtaka flottu úrslitini av Orknoyggjunum.

Sí myndir frá finaluni niðanfyri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder