Fótbóltur

Jens Midjord heiðraður fyri drúgva tænastu

Undan dystinum millum HB og B36 leygardagin varð Jens Midjord heiðraður fyri trúgva tænastu, føroyskum fótbólti og fótbóltsdøming at frama.

Heri á Rógvi, starvsnevndarlimur í FSF, og Jens Midjord (Mynd: Rói Sørensen/FSf)

Heri á Rógvi, starvsnevndarlimur í FSF, og Jens Midjord (Mynd: Rói Sørensen/FSf)

2026-11-02 07:32 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

FSF: Leygardagin, áðrenn Eiler Rasmussen floytaði dystin í MeistaraDeildini hjá monnum millum HB og B36 í gongd, varð Jens Midjord heiðraður fyri trúfesti, álit og trúgva og drúgva tænastu, føroyskum fótbólti og fótbóltsdøming at frama.

Tað byrjaði longu í 1975, tá Jens Midjord fyrst tók dómaraprógv, og síðani fór undir at døma dystir í føroysku kappingini.

Men hóast Jens var virkin sum dómari og hjálpardómari í nógv ár, so er tað sum dómaraeygleiðari, ið vit kenna hann best.

Fyrsti dystur sum eygleiðari var í 1998, og næstu 25 árini, til 2023 eygleiddi Jens Midjord omanfyri 400 dystir í fremstu deildini.

Fótbóltssamband Føroya vil við hesum takka Jens Midjord fyri trúfesti, álit og trúgva og drúgva tænastu, føroyskum fótbólti og fótbóltsdøming at frama.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder