Fótbóltur

FM1 sendir frá landsliðsúttøku klokkan 10

Eyðun Klakstein fer at kunngerða hópin til dystirnar í Slovakia 13. november og móti Moldova á Tórsvølli 16. november um nakrar tímar. Meira kunning um mánadagsdystin á heimavølli kemur eisini.

Nakrar broytingar væntast í hópinum, í mun til dystirnar í september-oktober, tá Føroyar spældu fýra javnleikir. Greiða fæst á hesum beint eftir klokkan 10, tá Eyðun Klakstein fer at lesa nøvnini upp á tíðindafundi - næsti heimadystur verður um tvær vikur (Mynd: Sverri Egholm)

Nakrar broytingar væntast í hópinum, í mun til dystirnar í september-oktober, tá Føroyar spældu fýra javnleikir. Greiða fæst á hesum beint eftir klokkan 10, tá Eyðun Klakstein fer at lesa nøvnini upp á tíðindafundi - næsti heimadystur verður um tvær vikur (Mynd: Sverri Egholm)

2026-11-02 06:34 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Heimligi fótbólturin er av fyri árið, men landsliðsuppgávur eru framvegis á skránni: Seinni í mánaðinum spælir A-landsliðið við monnum seinastu tveir dystir sínar í Nations League-kappingini.

Nations League Deild C, bólkur 3
5. umfar, fríggjadagin 13. november
19.45: Slovakia - Føroyar

(Moldova - Kasakstan)

6. umfar, mánadagin 16. november
15.00: Føroyar - Moldova

(Kasakstan - Slovakia)

Støðan: 
1. Slovakia 10 stig
--------------------
2. Føroyar 4 stig 
-------------------
3. Moldova 4 stig
4. Kasakstan 4 stig

Eitt'arin flytir upp í B-deildina, meðan tvey'arin skal spæla røkkstøkkdystir um tað - heldur enn venjingardystir - í mars 2027

Sí eisini: Taka hópin til týðandi uppgávur út mánadagin - týðandi spælarar tøkir aftur

Nakrar broytingar væntast í hópinum, í mun til dystirnar í september-oktober, tá Føroyar spældu fýra javnleikir. Greiða fæst á hesum beint eftir klokkan 10, tá Eyðun Klakstein fer at lesa nøvnini upp á tíðindafundi.

FM1 byrjar at senda av Tórsvølli klokkan 10, har Rúni á Reynatrøð er til reiðar. Aftaná verða samrøður. Til ber eisini at síggja tilfar og hópin á Portalinum tá.

Lurta her ella á vanligu frekvensunum

[object Object]

[object Object]

Sum skilst fara vit eisini at hoyra um serliga støðu, í mun til heimadystin móti Moldova. Hann byrjar klokkan 15 mánadagin 16. november.

Serstaka tíðarásetingin kemst av, at Kasakstan hevur heimadyst móti Slovakia tá. UEFA krevur, at allir dystirnir í síðsta umfari verða spældir samstundis, og Kasakstan er nógvar tímar frammanfyri.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder