Fleiri met vórðu sett um vikuskiftið, tá skipað varð fyri Ægir Open í Klaksvík.
Jóhanna Ólavsdóttir setti met í 200 metrar firvald stuttgeil við tíðini 2:18.50. Gamla metið átti Jonna B. Thomsen, sum svam við tíðini 2:18.67 á Oyggjaleikunum á Jersey í 2015.
Fróði Hansen setti eisini nýtt juniormet í 100 metrar bringu við tíðini 1:02.98. Gamla metið á 1:03.43 setti Róland Toftum á stevnu í Havn í 2016. Talan er eisini um eitt persónligt met hjá Fróða. Besta tíð hansara áðrenn hetta var 1:04.22 frá NM/NJM í Íslandi í fjør.
![]()
(Mynd: Svimjisamband Føroya/Facebook)
Ísak Brisenfeldt fekk gullnál við stjørnu
Um vikuskiftið svam Ísak Brisenfeldt eisini 200 metrar frí við tíðini 1:46.62. Tíðin var sera tætt við føroyska metið á 1:46.61, sum Pál Joensen setti í 2008.
Tíðin hjá Ísaki var nóg mikið til at ogna sær tignarligastu gullnálina við stjørnu, og er tíðin eisini eitt stórt persónligt met hjá Ísaki umframt, at tíðin eisini er undir A kravtíðini til Oyggjaleikirnar.
![]()
(Mynd: Svimjisamband Føroya/Facebook)
Kláraðu kravtíðir til NJM og NM
Ægir Open var eisini seinasti møguleiki at megna kravtíðirnar til HM í Beijing og norðurlandameistarakappingina fyri juniorar og seniorar í Vilnius í desember.
Tórir Olsen megnaði kravtíðina i 1500 metrar frí við tíðini 16:15.45, sum samstundis eisini er undir B kravið til oyggjaleikir. Tórir Olsen hevur longu til HS open i okt hevur svomið seg til kravðirnar i 400 metrar og 800 metrar frí.
Fróði Hansen svam seg til kravtíðina til NM i 1500 metrar frí við tíðini 15:59.83, sum eisini er undir A kravtíðini til oyggjaleikir.
![]()
(Mynd: Svimjisamband Føroya/Facebook)
Les eisini: Fleiri góð úrslit til Ægir Open um vikuskiftið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald