Tað er stórur fótbóltsrómur í Drammen í kvøld, har dreymurin gekk út.
Strømsgodset gjørdi sunnudagin sítt móti Moss, og tað merkti, at plássið í Eliteseriuni næsta ár kundi tryggjast hetta mánnakvøldið, um so var at Kongsvinger tapti fyri Stabæk á heimavølli í næstseinasta umfari í næstbestu norsku deildini.
Hetta hendi eisini: Stabæk var á odda 2-0 eftir 40 minuttir, og tað bar á mál, hóast Kongsvinger minkaði um munin, og Stabæk síðani fekk reytt kort.
Harvið fekk Strømgodset eina hjálpandi hond í næstseinasta umfari. Magne Hoseth og hansara menn hava annars gjørt sítt við at vinna oddadystirnar í endaspurtinum, og einki lið í OBOS-deildini hevur latið færri mál inn, enn tað við føroyska landsliðsmálverjanum (34 í 29 landskappingardystum)
![]()
Magne Hoseth sum KÍ-venjari í Molde. Næsta kappingarár skal Strømsgodset millum annað spæla móti millum annað Molde í Eliteseriuni (Mynd: Sverri Egholm)
Mattias Lamhauge helt eisini málið reint í gjár, tá tað endaði 3-0 til Strømsgodset.
Sebastian Pingel skoraði ikki sunnudagin, men danski áleyparin, sum hevur verið í B36 og HB, hevur skorað 19 mál hetta kappingarárið.
Sum heild eitt gott ár hjá føroyinginum og teimum við fortíð í føroyskum fótbólti, sum næsta ár vera í bestu norsku deildini.
Nú kunnu teir hjá sítt fegnast um uppflyting áðrenn seinasta dystin - Strømsgodset spælir móti Stabæk sunnudagin og kann vinna deildina við sigri og um Haugesund tapir fyri Odd. Síðani hevur Mattias Lamhauge týðandi landsdystir á skránni.
Sí eisini: Ari Olsen á fyrsta sinni á A-landsliðnum til kappingardystir
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald