Tveir av føstu A-landsliðsspælarunum, sum sjálvandi vóru á listanum hjá Eyðuni Klakstein fyrr í dag, hava skorað fyri síni feløg í vikuskiftinum.
Hanus Sørensen spælir fast fyri NK Aluminij, sum liggur á 7. plássi av teimum 10 í bestu slovensku deildini. Leygardagin vann liðið hjá hoyvíkinginum 5-0 á botnliðnum Radomlje.
Føroyingurin, sum spældi fullan dyst sum høgri vongbakkur, skoraði til 2-0. Hetta eftir at Hanus Sørensen royndi seg tvær ferðir. Kviki og orkuríki spælarin, sum man fara at vera at síggja á vonginum fyri Føroyar seinni í mánaðinum, kemur javnan til málmøguleikar
Sí hæddarpunktini frá stórsigrinum hjá Aluminij niðanfyri - málið hjá Hanusi Sørensen (nummar 80) sæst eftir 2.52:
Gunnar Vatnhamar er vanliga í miðverjuni, men royndi leirvíkingurin er krútsterkur og kann vera ein hóttan í mótstøðubrotsteignum.
Tá Veljle tørvaði eitt mál í føroyingauppgerðini í Vendsyssel sunnudagin, varð Gunnar Vatnhamar sendir fram. Og í 91. minutti kastaði miðverjin seg fram, og kom fram um fyrrverandi liðfelagan Ari Olsen.
Sí hæddarpunkt frá Vendsyssel - Velje á viaplaysportnews.dk. Málið hjá Gunnari Vatnhamar sæst móti endanum
Harvið varðveitir Vejle 2. plássið í næstbestu donsku deildini. Hetta er eitt uppflytingarpláss.
Uppflytararnir úr triðbestu deildini, Vendsyssel, eru eitt stig omanfyri strikuna í hinum endanum. Árni Nóa Atlason og Ari Olsen spældu báðir 90 minuttir móti Vejle. Síðstnevndi varð í dag úttikin til A-landsliðið.
Sí eisini: Ari Olsen á fyrsta sinni á A-landsliðnum til kappingardystir - hópin og annað
Ókeypis landsdystur: - Vilja hava so nógv sum gjørligt á Tórsvøll at stuðla
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald