Ein venjing var sunnukvøldið, men tað vantaðu teir flestu útisetarnir í.
Í kvøld vóru allir við. Óli Mittún vandi avmarkað, av tí at GOG-stjørnan beklaði nakað undir enn einum sigri sunnudagin.
Ein av eyðsýndu spælarunum í Champions League verður tó við mikukvøldið, tá eitt føroyskt lið, sum sær væl fyri út, setur hol á undankappingina til næsta EM-endaspælið.
Føroyar taka ímóti lægst styrkismetta liðnum í bólkinum, sum er Kosovo. Ongantíð áður munnu føroyingar hava staðið sum so stórir favorittar til ein undnakappingardyst. Men hugsavnan krevst.
Elias Ellefsen á Skipagøtu: - Vit fara eftir fýra stigum hesa vikuna (Video)
Undankapping til EM 2028
1. umfar - mikudagin 4. november
19.00: Føroyar - Kosovo
(FM1 sendir frá klokkan 18 mikudagin - í morgin, týsdagin klokkan 17.15 hava vit beinleiðis hondbóltssending úr høllini við Tjarnir í sambandi við seinastu venjingina)
Hini liðini í bólkinum eru Ungarn og Montenegro. Tvey tey fremstu liðini spæla seg til EM-endaspælið, sum verður í 2028. Tað eru eisini góð sannlíkindi fyri, at trý'arin úr bólkinum kemur við
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald