Í løtuni eru føroysku hondbóltskvinnurnar í Eysturríki, har tveir EM-fyrireikingardystir eru á skránni.
Føroyar megnaðu at venda fyrra dystinum, sum var í gjár, móti einari mótstøðu, sum kann minna um Pólland, ið Føroyar eiga lykladyst ímóti í endaspælinum í desember.
Video: Flotta vendin hjá kvinnunum
Maria Pálsdóttir Nólsoy og Jana Mittún tóku stóra ábyrgd, og tað skulu bakspælararnir úr bestu donsku deildini eisini undir EM-endaspælinum. Serliga tí at Føroyar vera uttan Súnu Krossteig Hansen.
Sum Simon Olsen, hjálparvenjari, segði við Kringvarpið í gjár, verður bakspælarin ikki tøk vegna skaða í knænum.
Úti í fimm mánaðir
21. september skrivaðu vit um, at Súna Krossteig Hansen í fyrstu syftu slapp við skrekkinum. Í Montenegro var stúran fyri, at Buducnost-spælarin hevði slitið krossbandið eftir eina hending undir venjing. Tað hevði føroyingurin tíbetur, men talan var um skaða í meniskikinum, sum møguliga kundi venjast uppaftur.
So varð ikki.
- Eg varð skurðviðgjørd sunnudagin. Læknin tók okkurt av meniskinum og seymaði okkurt annað í knænum saman. Eg skal sita uttanfyri í fimm mánaðir.
Soleiðis sigur Súna Krossteig Hansen við Portalin í dag. Hon nýtir nú høkjur, og tað skal 26-ára gamal havnarkvinnan gera í seks vikur.
Føroyski landsliðsprofilurin væntar ikki at spæla nakran dyst aftur hetta kappingarárið. Fyriuttuan EM-endaspælið, sleppur Súna K. Hansen tískil ikki at spælai Champions League í hesum kappingarárinum og møguliga heldur ikki í HM røkkstøkkdystunum í apríl.
Hetta er stórur smeitur hjá Súnu sjálvari, sum tók spennandi lopið til Montenegro, og sum hevði havt stóran leiklut til stórar uppgávur hjá Føroyum í vetur og tíðliga næsta vár.
Dysturin millum Føroyar og Eysturríki verður leygardagin 24. oktober klokkan 16.15. Hann sæst á Portal Play við hondbóltshaldi ella við at keypa atgongd til einstakan dyst fyri 49 krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald