Føroysku kvinnurnar vístu seg sum knáar í Eysturríki tíðliga í kvøld, tá fyrri EM-fyrireikingardysturin millum londini hesa vikuna var á skránni.
Føroyar vóru eina tonn omaná fyrsta korterið - tíverri sóu vit ikki fyrstu 15 minuttirnar ella so, tí signalið úr Eysturríki ikki riggaði sum tað skuldi. Tað biðja vit brúkarar á Portal Play halda okkum til góðar við.
Men so skjótt hol veruliga var ígjøgnum, fór Eysturríki í gongd. Heimaliðið vann seinna helming av fyrra hálvleiki við fýra málum, har málverjin tók fleiri frí føroysk skot, teknisk mistøk vórðu revsaði hart, og har føroyska verjan als ikki megnaði at standa ímóti. Kropsliga styrkin og skotstyrkin er avgjørt har hjá Eysturríki, og í stegðinum var støðan 18-15.
Føroyar komu betri út eftir stegðin, har verjan riggaði væl, og tað eydnaðist at spæla seg til fleiri góð mál. Men tveir bóltar, ið vórðu tveittir burtur, tvey brend brotskøst og nøkur brend skot av vonginum gjørdu, at Føroyar ikki veruliga komu nærri.
Júst brotskøst og vong skot hava verið svikalig í øðrum dystum, men Christiina Turiðardóttir Arge vísti seg væl fram við trimum málum av vinstra vongi í 2. hálvleiki, og Jana Mittún og síðani Maria Pálsdóttir Nólsoy tóku ábyrgd við brotskøstum.
Nógv liggur á spælskiparunum hjá ávikavist Viborg og København í álopinum, serliga nú Súna Krossteig Hansen er skødd, men tær Jana og Maria vísti eisini vegin. Síðstnevnda var slett ikki til at stýra hjá Eysturríki, eftir at hon hevði verið ein stuttan steðg og vísti høgt evropeiskt stig í so at siga øllum atgerðunum við bóltinum - og síðani í verjuni.
Føroyar høvdu mist eitt sindur takið í verjuni, men Rakul Wardum átti nakrar stórbjargingar - millum annað eitt brotskast - og síðani eydnaðist aftur væl frammanfyri hana. Føroyar fóru at dekka 5-1 við Mariu Nólsoy fremst, tá støðan var 30-25 og tígjgu minuttir eftir. Og so koyrdi tað hjá teimum føroysku, sum órógvaðu vertirnar meira og meira; og spældi ógvuliga væl í álopinum.
Jana og Maria smekkaðu hvør sítt langskot upp í málhornið, tryggleiki í øðrum skotum, Pernille Brandenborg gjørdi sítt á strikuni, Ró Reginsdóttir hevði nøkur upplegg og var við at fáa ferð á spæli í sínum fyrsta A-landsdysti, og Eysturríki misti pippið: Trok í seinasta álopi eftir góða føroyska verjustøðu, síðani leikbrá, 7 móti 6, duell við Mariu Pálsdóttir Nólsoy og brotskast.
Føroyar brendu fýra slík í dagsins venjingardysti, men tá seks sekund vóru eftir, var nummar 21 ísakøld: 33-33 og góð uppliving hjá Føroyum í fyrra EM-fyrireikingardystinum í Eysturríki. Flott vend og serliga gott álopsspæl. Eftir uppløgdum møguleikum kundu Føroyar væl komið uppum 40 mál.
Seinni dysturin millum liðini verður spældur leygardagin 24. oktober klokkan 16. Portal Play vísir dystin
--------------------------------------------
Eysturríki - Føroyar 33-33 (18-15)
35 min: 19-18
60 min: 33-33
Rannvá Olsen 3
Brynhild Pálsdóttir 1
(Rakul Wardum spældi 2. hálvleik - Annika Fríðheim Petersen stóð í 1. hálvleiki)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald