Hondbóltur

Champions League: GOG kann spæla seg víðari við stigi í Ungarn í kvøld

TV3 og Viaplay vísa dystin, har Óli Mittún fær stóran leiklut móti gamla venjara sínum. Pick Szeged - GOG byrjar klokkan 17.45 føroyska tíð.

Óli Mittún og GOG á útivølli í Champions League - við einum greiðum máli (Mynd: EPA)

Óli Mittún og GOG á útivølli í Champions League - við einum greiðum máli (Mynd: EPA)

2026-10-22 12:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár gekk tað ikki hjá Skanderborg AGF, við Jóhan á Plógv Hansen á høgra vongi, at tryggja plássið í Champions League-miðumfarinum. Tað endaði við stórtapi í Bukarest, og nú má danska liðið basa Barcelona ella fáa fáa hjálp í seinasta umfari í bólkaspælinum.

Eitt annað danskt felag vil avgerða tað í kvøld. Talan verður eisini um torføran útidyst hjá GOG - í Ungarn.

Liðið av Fjóni vann heimadystin móti Pick Szeged, við einum føroyingi í hopla. Óli Mittún er sum heild flúgvandi í løtuni og fær stóran leiklut í kvøld. Fyrrverandi Sävehof-venjarin hjá hoyvíkinginum er á hinari síðulinjuni, og nú skal Michael Apelgren royna at tálma Mittún.

Sí eisini: Óli Mittún á vikuliðnum - ein tann mest effektivi spælarin í Danmark

Eitt stig er neyðugt hjá GOG fyri at spæla seg víðari úr bólkaspælinum.Pick Szeged skal vinna.

Pick Szeged - GOG byrjar klokkan 17.45 føroyska tíð. TV3 og Viaplay vísa dystin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder