Seks vikur eru, til føroyski EM-hópurin setir kósina til Katowice. Suðurpólski býurin verður karmur um triðja endaspælið á rað hjá føroysku hondbóltskvinnunum.
Tað er longu greitt, at hópurin fer at síggja nakað øðrvísi út. Hetta er tí, at nakrar eru givnar, og onkrir skaðar eru. Harvið eru dystirnir í Eysturríki hesa vikuna gylti møguleikin hjá nógvum at vísa, hví tær skulu vera við í flogfarinum til Pólland 3. desember.
Fleiri ungar eru við í dag og leygardagin, serliga bakspælarar so sum Ró Reginsdóttir, Rakul Borgarlíð Joensen og Silja Geirsdóttir Eystberg.
Sí eisini: Nógvar uttan endaspælsroyndir úttiknar til EM-fyrireikingardystirnar
Talan burdi verið um rímiliga tættar dystir millum Føroyar og Eysturríki, tó at heimaliðið man metast sum favorittur.
Les eisini: Skulu leggja lunnar undir gott EM-endaspæl við dystum í Eysturríki
Til ber at síggja dystirnar á stroymingartænastu okkara Portal Play.
Tey sum hava hald, hondbóltshald ella samlað hald, hava dystin sum part av pakka teirra.
Til ber eisini at stovna sær hald nú ella at keypa Eysturrríki - Føroyar sum einstakan dyst á play.portal.fo
Dysturin byrjar klokkan 17.00 føroyska tíð, og Sjúrður Hildarson Hoydal sigur frá.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald