Føroyski hópurin hevur nú sett kósina móti høvuðsstaðnum í Eysturríki: Fyrsta flogrutan fyrrapartin til Keypmannahavnar og eftir eina venjing í Damnark víðari til Wien.
Har skulu føroysku kvinnurnar spæla tveir týðandi dystir í fyrireikingunum til EM-endaspælið, sum verður í desember. Báðir venjingardystirnir eru ímóti Eysturríki.
Myndir: Kvinnulandsliðið fyrireikar seg til venjingardystir móti Eysturríki
Liðini spældu tveir rímiliga tættar EM-undandystir í 2022. Eysturríki vann við fimm málum í Føroyum og við fýra málum á heimavølli. Síðani hava Føroyar veruliga ment seg eisini, og í HM-endaspælinum í fjør endaðu Føroyar eitt pláss omanfyri Eysturríki (nummar 15 og nummar 16 av teimum 32).
Eysturríki tapti 25-30 fyri Póllandi tá. Pólland, í síðsta bólkaspælsdystinum í desember, kann verða lykladysturin hjá Føroyum, um tað skal eydnast at koma víðari í EM eisini.
Skulu koma nærri einum EM-hópi
Dystirnir eru á skránni hósdagin 22. oktober (klokkan 17) og leygardagin (klokkan 16.15). Claus Mogensen, Simon Olsen og liðið skulu nýta teir at royna ymiskt, fínpussa annað og fáa føroyska liðið í uppaftur størri mun til reiðar til EM-avbjóðingina.
Eisini skulu lutfalsliga nýggir spælarar síggjast í tí, sum kann blíva tveir tættir dystir. Og harvið vil venjaratoymið eisini koma nærri einari avgerð um, hvør skal við til EM.
Av teimum 16, sum eru í ferðalagnum í dag, hava sjey ikki verið við til vaksnmannaendaspøl áður: Silja Geirsdóttir Eystberg, Ró Reginsdóttir, Rakul Borgarlíð Joensen, Joan Rúnadóttir Johannesen, Christina Turiðardóttir Arge og Agatha Kjærbæk Djurhuus. Av hesum teimum er tað bert Fríða Nolsøe Olsen, sum hevur spælt A-landsdyst áður.
Fleiri av hesum eru ógvuliga ungar men vilja sanniliga sítt við hondbóltinum. Nú er møguleikin at vísa sínar dygdir á høgum stigi.
Av teimum føstu er serliga merkisvert, at Súna Krossteig Hansen og Lív Bentsdóttir Zachariasen ikki eru við. Súna er undir endurvenjing fyri skaða í knænum: Um hon kemur við til EM ella ikki veldst um, hvussu hetta gongst. Lív Zachariasen breyt fingurin í september, men hon verður eftir æltan klár skjótt.
Anna Eliasabeth Halsdóttir Weyhe hevur fingið frí vegna eina skaða, hon hevur at dragast við. Elsa Egholm og Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, sum hava verið fastar í fleiri ár, góvust í summar fyribils við hondbóltinum. Lív Poulsen var tó við VÍF til evropeiskar dystir fyrr í mánaðinum.
Les eisini: Súna slapp við skrekkinum - men framvegis ivamál um EM
Portalurin arbeiðir við møguleikanum at vísa venjingardystirnar á Portal Play. Meira um hetta seinni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald