Í 25. umfari gjørdist tað væl minni spennandi í FM-stríðnum, nakað minni spennandi í evropeiska stríðnum men meira spennandi í botnstríðnum
Les eisini:
NSÍ kann gerast føroyameistari um eina viku
HB hevur nærum tryggjað evropeiska luttøku næsta ár
Ein sigur og fýra stig eftir summarsteðgin: AB er fullkomiliga steðgað upp
Hetta hevur millum annað við sær, at ein FM-vinanri kann verða funnin, eins og tað síðsta evropeiska liðið.
NSÍ gerst meistari um: NSÍ fær stig móti HB, ella um KÍ ikki fær stig móti B36
HB tryggjar Conference League-pláss um: HB vinnur á NSÍ, fær betri ella sama úrslit sum B36 fær móti KÍ, ella um B36 ikki vinnur á KÍ
Sostatt er ikki ósannlíkt, at eingin spenningur verður um gullið ella nakað evropeiskt pláss á seinasta leikdegi. NSÍ, KÍ og Víkingur, síðstnevnda við steypagulli, hava longur tryggjað evropeiska luttøku til 2027.
Í botninum er ógvuliga tætt. Men av tí at tvey tey niðastu liðini hittast, so kann okkurt verða avgjørt sunnudagin.
B68 skal vinna á 07 Vestur fyri at hava veruleikakendan møguleika fyri at halda sær í deildini. Um toftamenn, sum vunnu í Klaksvík sunnudagin, tapa, so er liðugt.
07 Vestur kann kanska brúka ein javnleik - eitt tap sendir 07 ógvuliga nær 1. deild. Og serlgia um AB samstundis vinnur á Skála.
26. og næstseinasta umfar í Meistaradeildini hjá monnum
Sunnudagin 25. oktober
NSÍ - HB
B36 - KÍ
Víkingur - EB/Streymur
Skála - AB
07 Vestur - Skála
Allir dystirnir byrja klokkan 15
FM1 og Portalurin fara at gera nógv burturúr við frásagnum, myndum, samrøðum og øðrum
![]()
Soleiðis sær støðan út, nú tvey umfør resta í
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald