Hondbóltur

Video: Óli Mittún og Kevin Møller sendu GOG víðari í Champions League

Sí flotta, og seinasta málið, hjá GOG í Ungarn og síðani avgerandi bjarging. Frek fríspæling hjá føroyinginum er eisini við í almenna samandráttinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-10-23 07:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

GOG hevði tørv á einum stigi í Szeged hóskvøldið fyri at koma víðari úr Champions League-bólkaspælinum. Hetta kom eisini til høldar.

Útiliðið var á odda 20-17 eftir flott spæl í 1. hálvleiki. Pick Szeged, ið skuldi vinna, kom afturíaftur, men tá mest stóð á hjá danska liðnum, tók føroyingurin ábyrgd.

Flotta málið hjá Óla Mittún til 33-32 sæst sjálvandi í samandráttinum - tað seinasta GOG skoraði. Síðani gjørdist danski landsliðsmálverjin eisini ógvuliga týðandi. 

Til ber at síggja hæddarpunktini ella á Youtube-síðuni hjá EHF

Les meira: GOG er víðari í Champions League

Sí eisini: Óli Mittún á vikuliðnum - ein tann mest effektivi spælarin í Danmark

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder