Podgorica, Montenegro (Portalurin): Tað var her, í høvuðsstaðnum í Montenegro, at Føroyar 24. oktober í 2018 fyri fyrstu ferð í fleiri ár, spældi ein dyst í einari "høvuðsundankapping".
Tað var eisini í Podgorica, at fyrsta slíka stigið kom til høldar. Nakað sum Allan Norðberg, ið skoraði trý mál í 24-24 javnleikinum, mintist aftur á sum "sera stuttligt" í gjár.
Sí eisini: Seinast Allan var í Montenegro: - Sera stuttligt at fáa fyrsta altjóða stigið
Sí fleiri tøl frá dystinum á handballstatz.com
Helgi Hildarson Hoydal mintist eisini aftur á tað í beinleiðis sending á FM1, har Pauli Jacobsen kollgitti, tá málverjin og liðformaðurin skuldi gita, hvussu nógv mál Helgi skoraði hendan dagin í 2018.
- 24-24...ikki serliga nógv mál. Eg fari at skjóta eftir, at Helgi fekk tvey mál, segði ein síðani vælnøgdur Pauli Jacobsen
- Hatta var tann fyrsta EM-undankappingin í langa tíð. Og vit fóru til Montenegro sum eitt óskrivað blað at spæla ímóti einum liði, sum var ógvuliga gott tá. Vit fingu ein púra óvæntaðan javnleik og fyrsta stigið í einari EM-undankapping, og harvið var "euforiin" stór, greiðir Helgi Hildarson Hoydal frá
Sí stutt video við teimum báðum ovast
Sí eisini: Spæla og búgva saman í Svøríki: -Tað er 60-40 til mín í matgerð
![]()
Pauli Jacobsen í Bemax leikhøllini í gjár. Landsliðsliðformaðurin stóð ein flottan dyst móti Montenegro í Oslo og skal royna at gera tað aftur í dag
![]()
Helgi Hildarson Hoydal, fremst, og Allan Norðberg, aftast, vóru báðir við í Podgorica í 2018. Nú verður spælt í einari aðrari høll - og tað er ein onnur tíð fyri føroyskan hondbólt (Myndir: Sverri Egholm)
Myndir: Myndatøka, kappingar og taktikkur í Montenegro
-----------------------------------------------
Undankapping til EM 2028, bólkur 4
2. umfar, sunnudagin 8. november
16.15: Kosovo - Ungarn
17.00: Montenegro - Føroyar (FM1 frásøgn og bloggur á Portalinum)
1. Ungarn 2 stig
2. Føroyar 2 stig
--------------------------
3. Kosovo 0 stig *
4. Montenegro 0 stig
* Bestu fýra trý'ararnir í undankappingini koma víðari til EM, umframt tvey tey ovastu
FM1 hevur beinleiðis frásøgn úr Montenegro frá klokkan 16.30 í dag, og til ber eisini at fylgja gongdini á Portalinum. Aftaná verða samrøður og annað.
Les eisini: Føroyar fara eftir at spæla seg nógv nærri næsta EM-endaspælinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald