Leygardagin 21. november skipar Talvfelagið Rókur í samstarvi við Talvsamband Føroya fyri FM í talvi fyri gentur.
Kappingin verður í Hólmahúsinum (fótbóltshúsinum) á Eiði og byrjar klokkan 11.
Allar gentur eru hjartaliga vælkomnar at luttaka, uttan mun til aldur og royndir, skrivar Talvsamband Føroya.
Freistin at melda seg til kappingina er 20. november klokkan 12.
– Tað er ikki neyðugt at hava verið við í eini talvkapping áður. Tað er heldur eingin forðing, um genturnar ikki hava roynt at telvað við klokku fyrr. Vit ynskja fyrst og fremst at geva gentum møguleikan at hittast, telva og fáa ein hugnaligan dag saman við øðrum gentum, sum hava áhuga fyri talvi.
Telvað verða 5 umfør við umhugsunartíðini 10 minuttir + 5 sekund fyri hvønn leik.
Kappingin verður skipað í fimm aldursbólkar, og vinnararnir í teimum fimm bólkunum verða føroyameistarar.
Teir fimm bólkarnir eru:
- Bólkur A: Føddar í 2007 ella seinni
- Bólkur B: Føddar í 2011 ella seinni
- Bólkur C: Føddar í 2014 ella seinni
- Bólkur D: Føddar í 2016 ella seinni
- Bólkur E: Føddar í 2018 ella seinni
FM er samstundis úttøkukapping til Norðurlandameistaraheitið fyri gentur. Talvsamband Føroya sendir nevniliga tvær gentur úr hvørjum av aldursbólkunum A, B og C at umboða Føroyar í NM, sum verður telvað í Svøríki í apríl 2027.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald