Hondbóltur

Eftir fyrstu A-landsliðsúttøkuna: Erling Erlendsson kunngjørdur í Karlskrona

19-ára strikuspælarin varð verandi í Svøríki fyrr í dag, og skiftir hann til felagið hjá Leivi Mortensen og Tróndi Mikkelsen næsta summar. Evnaríki maðurin heldur fram í Kyndli restina av kappingarárinum.

Erling Erlendsson til landsliðsvenjing í Montenegro leygardagin. Strikuspælarin og miðverjin kom ikki við allan vegin til Føroya - hann hevði ørindi í Karlskrona (Mynd: Sverri Egholm)

Erling Erlendsson til landsliðsvenjing í Montenegro leygardagin. Strikuspælarin og miðverjin kom ikki við allan vegin til Føroya - hann hevði ørindi í Karlskrona (Mynd: Sverri Egholm)

2026-11-09 17:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hósdagin fekk hann brádliga A-landsliðsboð á fyrsta sinni, tá Ísak Vedelsbøl varð skaddur undir venjing, og eftir at hava verið við til dramatiska EM-undandystin í Podgorica sunnudagin fleyg Erling Erlendsson við landsliðsliðfeløgunum til Svøríkis tíðliga í morgun.

Sí eisini: Nýggjasti A-landsliðsspælarin: Segði sjálvandi ja - uttan at hugsa meg um

Har fór hann víðari saman við Leivi Mortensen og Tróndi Mikkelsen í toki til Karlskrona. Har búgva og spæla royndu landsliðsspælararnir nú, og næsta summar legst ein føroyingur afturat felagnum.

Karlskrona hevur tíðliga í kvøld kunngjørt, at høgi havnarmaðurin skiftir úr Kyndli næsta summar. Partarnir hava gjørt ein trý-ára sáttmála.

- Hetta er ein ógvuliga spennandi ungur maður, sum vit hava knýtt til okkum, og vit trúgva nógv uppá Erling, sigur Mikael Sandström úr HF Karlskrona.

- Eg havi fingið eina góða mynd av felagnum og býnum - millum annað frá teimum eg kenni - og eg eri vísur í, at hetta er eitt gott fet víðari fyri meg og yrkisleið mína, sigur Erling Erlendsson. 

[object Object]
Erling Erlendsson í svørtu leikarablusuni, hann fer at spæla í, í Svøríki næsta ár (Mynd: HF Karlskrona)

Sum skilst er talan um eitt skifti, sum hevur verið á veg í eina tíð, og nú er tað formligt og kunngjørt.

Talan er um trý-ára sáttmála, sum kemur í gildi á sumri 2027. Til tá heldur hann fram í barndómsfelagnum Kyndli.

Erling Erlendsson hevur royndir frá ungdómsendaspølunm, og er nú komin inn í A-landsliðshitan í størri mun. Skjótt verður sterki havnarmaðurin yrkisspælari í Svøríki.

Video: Spæla og búgva saman í Svøríki: - Tað er 60-40 til mín í matgerð

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder