Grimsby Town hevði ein tungan dag í FA Cup, har Stafford Rangers úr Northern Premier League Division One West, sum er fleiri deildir undir League Two, gav Grimsby stórar trupulleikar.
Tað var 2-0 til Stafford í steðginum, og Grimsby minkaði ikki fyrrenn í 74. minutti. Tveir minuttir seinni varð 2-2, og longd leiktíð neyðug.
Har legði heimaliðið seg aftur á odda, men beint fyri steðgin í longdu leiktíðini sló Geza David Turi til. Gøtumaðurin var til reiðar, tá bólturin datt niður í brotsteignum, tók eina snilda skotfintu - í luftuni - og javnaði kaldliga til 3-3.
Sí málið móti endanum av videobrotinum ovast - ella á Youtube-rásini hjá FA Cup
Í brotsparkskappingini var ovara liðið omaná og vann 3-2. Málvejrin tók trý skot.
Harvið slapp føroyingafelagið við skrekkinum - men ikki serliga gott í mun til komandi landsdystirnar, at Geza Turi noyddist at spæla 120 minuttir á tunga grasinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald