Inga Maria Roysdóttir var ikki millum tær 16 á listanum hjá Claus Mogensen og Simon Olsen til EM-endaspælið í Póllandi, sum varð kunngjørdur mánadagin
21-ára gamli fyrrverandi Kyndlis- og H71-spælarin hevur annars gjørt bart í Íslandi, síðani skiftið til Sjarnuna - serliga hevur Inga Maria Roysdóttir skarað framúr sum høgri bakkur í hesum kalendaraárinum, men eingin lámur bakkur er úttikin.
Sí eisini: Fimm uttan endaspælsroyndir úttiknar til EM-endaspælið - summar sum avrika á góðum stigi uttanfyri
Stjarnan er aftast í bestu íslendsku deildini, men Inga Maria Roysdóttir stendur sterk í myndini. Hon er toppskjútti so at siga hvønn dyst, og stinni høgri bakkurin var eisini tað móti ÍBV síðsta vikuskifti.
Hetta var við níggju málum. Stjarnan tapti 27-21 á Vestmannaoyggjunum, og harvið skoraði føroyingurin nakað undir helmingin av málunum hjá útiliðnum.
Sandra Erlingsdóttir, dugnaligi spælskiparin á íslendska landsliðnum, skoraði heili 16 mál fyri ÍBV. Bæði Sandra og Inga Maria eru á vikuliðnum fyri 8. umfar í Olis deildini.
![]()
Ikki fyrstu ferð í ár at Inga Maria Roysdóttir er á vikuliðnum í bestu íslendsku deildini (Mynd: Ólis deildin)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald