Fótbóltur

Greiði toppskjúttin í 1. deild á veg til B36

Sum skilst nærkast ein sáttmáli millum Lucas Ørneborg og B36, sum fyri kortum legði Djóna Samuelsen og Sebastian Slettegaard afturat hópinum. Í mun til venjaraspurningin, hava millum annað ein týskari og norðmenn verið uppá tal.

Lucas Ørneborg áttt stóran leiklut í fyrstu uppflytingini hjá B71 til bestu deildina í langa tíð. Alt bendir á, at dysturin móti TB her, var tann seinasti hjá dananum fyri felagið (Savnsmynd: Bjartur Vest)

Lucas Ørneborg áttt stóran leiklut í fyrstu uppflytingini hjá B71 til bestu deildina í langa tíð. Alt bendir á, at dysturin móti TB her, var tann seinasti hjá dananum fyri felagið (Savnsmynd: Bjartur Vest)

2026-11-10 22:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

B71 flutti ógvuliga sannførandi upp í ár við Lucas Ørneborg sum greiðum toppskjútta. 24-ára gamli danin skoraði heili 33 mál í 1. deild, og longu í summar var sum skilst stórur áhugi fyri málrevinum - millum annað úr høvuðsstaðnum.

Allir útlendingarnar, sum endaðu kappingarárið á Sandoynni, halda fram í Meistaradeildini í 2027, umframt at B71 fer at leggja onkrar spælarar afturat. Men Lucas Ørneborg hevur ikki longt sáttmálan, og nú er so at siga greitt, at fyrrverandi ungdómsspælarin hjá FCK og Lyngby spælir við B36 í 2027.

Hetta siga fleiri keldur hjá Portalinum seg vita.

Ørneborg er undir sama umboðsfelagi sum landsmenninir William Rygaard og Sebastian Slettegaard, sum báðir hava sáttmála til B36 fyri næsta ár. 

Umframt Slettgaard, sum spældi fyri Skála í seinnu hálvu í ár, er Djóni Samuelsen hin nýggi kunngjørdi B36-spælarin. 19-ára gamli vongurin er uppvaksin í HB men hevur seinastu tvey árini spælt fyri B68.

[object Object]
Djóni Samuelsen hevur gjørt tvey-ára sáttmála við B36 (Mynd: Fótbóltsfelagið B36)

Eins og onnur feløg, leitar B36 eisini eftir øðrum styrki. Og so er tað venjaraposturin.

Jákup á Borg hevur staðfest, millum annað fyri FM1, at hann mest sannlíkt ikki verður høvuðsvenjari í felagnum næsta ár. 

Sum skilst hevur B36 serliga leitað uttanfyri landoddarnar seinastu tíðina og serliga í Noreg, har yngri sum eldri nøvn hava verið uppá tal - okkurt var eisini nær við at koma uppá pláss.

Ein týskari er/hevur verið á breddanum, og nógv bendir á at onkur endalig avgerð fyriliggur skjótt í sunanra enda av Gundadali.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder