Hondbóltur

European Cup: VÍF er úti - Neistin og H71 spæla næsta vikuskifti

Neistin tekur ímóti Zug úr Sveis fríggjakvøldið og leygarkvøldið klokkan 19, og Portal Play vísir dystirnar. Hoyvíkskvinnur spæla í Póllandi leygardagin og sunnudagin.

2026-11-10 18:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fimm-máls tap leygarkvøldið og tíggju mál á muni í Slovakia sunnudagin. Samanlagt vann HK Slovan Duslo Sala 65-50 á VÍF leygarkvøldið, og føroyska liðið er úti av European Cup.

Sí myndir frá fyrra dystinum hjá VÍF í Slovakia her

Í umfarinum frammanundan vann VÍF annars báðar dystirnar í Kosovo, men nú gekk ikki - aftur vóru báðir dystirnir á útivølli.

Neistin skal hinvegin spæla báðar dystirnar í 3. umfari á heimavølli. Hesir eru móti sveisiska LK Zug Handball. Dystirnir verða spældir fríggjakvøldið og leygarkvøldið - í báðum førum klokkan 19. Portal Play vísir báðar dystirnar fyri eitt gjald.

H71 og ukrainska HC Galychanka spæla báðar dystirnar á uttanveltaðum vølli í Póllandi. Hetta er millum annað vegna krígsstøðuna í Ukraina. Liðini, sum eisini hittust í hesari kappingini í 2022, spæla leygardag og sunnudagin.

[object Object]

3. umfar í European Cup hjá kvinnum
Fríggjadagin 13. november
19.00 Neistin – LK Zug Handball (Sveis) - spæla í Høllini á Hálsi

Leygardagin 14. november
19.00 Neistin – LK Zug Handball - spæla í Høllini á Hálsi

Portal Play vísir báðar dystir

Leygardagin 14. november
16.00 HC Galychanka – H71 - spæla í pólska býnum Bilgoraj

Sunnudagin 15. november
kl. 13.00 HC Galychanka – H71 - spæla í pólska býnum Bilgoraj
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder