Hondbóltur

EM-hópurin: - Hava valt ta samansetingina sum gevur besta samansetta spælið

- Har hava vit serliga hugt eftir ferð og eftir at tryggja, at øll plássini í verjuni eru væl mannaði, sigur Claus Mogensen. Landsliðsvenjarin staðfestir eisini, at neyðugt verður við stórum einstaklingaavrikum í Póllandi, og at tað hóskar væl at hava 16 spælarar við.

Føroysku fyrireikingarnar byrja av álvara 23. november - Claus Mogensen heldur, at man nú hevur 16 ógvuliga dugnaligar spælarar, har allar eru 100 prosent (Mynd: Sverri Egholm)

Føroysku fyrireikingarnar byrja av álvara 23. november - Claus Mogensen heldur, at man nú hevur 16 ógvuliga dugnaligar spælarar, har allar eru 100 prosent (Mynd: Sverri Egholm)

2026-11-11 19:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Vit hava áður havt fleiri, men í fjør var støðan millum annað tann, at Annika Fríðheim Petersen stutt frammanundan hevði átt barn, so vit høvdu tríggjar málverjar. Vit hava 16 frískar spælarar tøkar og halda tað er umráðandi, at nógvar spæla nógv - og so vera tað sjálvandi summar sum skulu taka størri ábyrgd og aðrar, sum eisini skulu við fyri at læra meira.

Soleiðis greiddi landsliðsvenjarin hjá hondbóltskvinnunum frá, tá FM1 í gjár byrjaði við at spyrja hann um, hví hópurin telur 16 spælarar heldur enn 18, sum tað var til seinasta endaspæl.

Hoyr alla samrøðuna her

Claus Mogensen og toymi hava tikið hesar spælarar út til EM-endaspælið, sum verður í desember:

EM-hópurin:

Málverjar
Rakul Wardum, Skanderborg Håndbold (DEN)
Annika Fríðheim Petersen, Gniezno (POL)

Bakkar
Jana Mittún, Viborg HK (DEN)
Maria Pálsdóttir Nólsoy, København Håndbold (DEN)
Marita Mortensen, Nykøbing Falster Håndboldklub (DEN)
Fríða Nolsøe Olsen, BK Ydun (DEN) *
Ró Reginsdóttir, Neistin *
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, H71
Lív Bentsdóttir Zachariasen, Ajax København (DEN) - í størstan mun við sum verjuspælari

Vengur
Brynhild Pálsdóttir, BK Ydun (DEN)
Joan Rúnadóttir Johannesen, KA Akureyri (ISL) *
Rannvá Olsen, Ejstrup/Hærvejen (DEN)
Christina Turiðardóttir Arge, Hadsten Håndbold (DEN) *

Strikur
Pernille Brandenborg, CSM Bucharest (ROU)
Vár Bentsdóttir Zachariasen, Ajax København (DEN)
Agatha Kjærbæk Djurhuus, KA Akureyri (ISL) *

* Við til endaspæl á fyrsta sinni

Les eisini: Fimm uttan endaspælsroyndir úttiknar til EM-endaspæl

Leiksskráin hjá Føroyum í Katowice sær soleiðis út:
Leygardagin 5. des. kl. 19.30 Føroyar – Ukraina
Mánadagain 7. des. kl. 19.30 Frakland – Føroyar
Mikudagin 9. des kl. 17.00 Føroyar – Pólland 

Vónin og væntanin er, at man kann spæla ein avgerandi dyst móti vertunum í seinasta umfarinum í bólkaspælinum

Í mun til raðfestingar, so vísti Claus Mogensen á, at hann vektar skjótt spæl, samanspæl og at øll plássini í verjuni "eru væl dekkaði inn".

Har kann Christina Turiðardóttir Arge, ein av nýggju vongspælarunum, gera mun við at dekka á bakkinum. Og Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, sum higartil bert hevur spælt vinstri vongur á landsliðmnum, er við sum bakkur fyrst og fremst hesaferð.

- Anna Elisabeth spælir jú bakkur dagliga í H71 og hevur víst sínar dygdir har. Millum annað við nevndu ferðini - skjótar føtur og fintusterk. Hesar dygdir vilja vit gjarna eisini síggja í verki á landsliðnum í bakketuni. Og so er hon eisini ein møguleiki á vonginum.

[object Object]
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe undir HM-endaspælinum í Týsklandi, har nú 21-ára gamla hoyvíkskvinnan spældi sum vongur (Mynd: Sverri Egholm)

Blaðunga Ró Reginsdóttir, sum eisini spælir í heimligu kappingini, og Fríða Nolsøe Olsen, sum nú er í triðbestu donsku deildini leggjast afturat royndum endaspælsspælarunum Janu Mittún, Mariu Pálsdóttir Nólsoy og Maritu Mortensen.

Hetta merkir millum annað, at pláss ikki var fyri Silju Geirsdóttir Eystberg og Rakul Borgalíð Joensen, sum báðar vóru við í venjingardystunum í Eysturríki har serliga fyrrnevnda vísti seg væl fram. Silja spælir við einum av fremstu liðunum í næstbestu donsku deildini, saman við  Zachariasen-tvíburðunum. Umframt hesar hevur Inga Maria Roysdóttir, sum av álvara ger bart í Íslandi, verið uppi og vent.

- Tær tríggjar eru allar spælarar, sum vit púra víst trúgva uppá til framtíðina, vísti venjarin á, tá vit spyrja ítøkiliga um hesar.

Hoyr alla samrøðuna her

Dagført: 20.06

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder