Annað

Steinar A. Prestá nýggjur formaður í Skála Ítróttarfelag

Nýggja starvsnevndin hevur skipað seg eftir nevndarvalið 29. oktober.

(Mynd: Skála Ítróttarfelag)

(Mynd: Skála Ítróttarfelag)

2026-11-11 18:51 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

29. oktober var nevndarval hjá Skála Ítróttarfelag, og nevndin hevur nú skipað seg.

Áðrenn fundin var greitt, at Jakob Lind Jacobsen, formaður, og Erland B. Danielsen ikki tóku við afturvali. Steinar A. Prestá er nýggjur formaður í felagnum.

Rókur V. Nilssen játtaði seg at taka enn eitt tak fyri felagið og koma inn í starvsnevndina. Starvsnevndin fekk heimild til at finna ein sætta starvsnevndarlim eftir fundin, og síðani hevur Dánjal Sørensen játtað at koma inn í starvsnevndina, skrivar felagið í tíðindaskrivi.

Nevndin hevur nú skipað seg soleiðis:

  • Steinar A. Prestá, formaður
  • Høgni Jensen, næstformaður
  • Rókur V. Nilssen, kassameistari
  • Rúni Niclassen, skrivari
  • Sveinur Ellefsen, nevndarlimur
  • Dánjal Sørensen, nevndarlimur

Tiltakslimir eru Ingibjørn Royðutoft og Eyvindur Jacobsen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder