– Eg hevði nakrar góðar samrøður við Mikkjal, sum fekk meg sannførdan um, at hetta var rætta staðið fyri meg. Og so er HB tað størsta felagið í Føroyum, sum skal spæla við um steyp.
Hetta sigur Oliver Klemensen Bødker við hb.fo.
20-ára gamli danski miðverjin hevur spælt fyri 07 Vestur fyri hetta kappingarárið, men nú hevur HB keypt hann leysan.
Hóast niðurflytingina hevur Bødker í løtum staðið sterkur í myndini. Hann hevur royndir við 26 av 27 landskappingardystum og var tann leikarin hjá 07 Vestur, sum spældi flestar minuttir, sambært FaroeSoccer.
- Fótbóltsuppvøksturin hevur hann fingið í Lyngby og FC Nordsjælland. Hann hevur eisini umboðað Danmark á U17-, U18- og U19-landsliðnum.
Ungi danin er longu farin í gongd í styrkirúminum í Gundadali - her saman við Elisabet Vang, kropsligum venjara
Myndir: Rói Sørensen/Havnar Bóltfelag
Talan er um fyrstu tilgongdina ha Meistardeildarhópin við monnum hjá HB - fyrsta nýggja spælaranum til tíðina undir Mikkjali Thomassen. Oliver Klemensen Bødker hevði sáttmála við 07 Vestur fyri næsta ár eisini, men er keyptur leystur nú.
Undir yvirskriftini "Takk fyri tíðina, Oliver - 07 Vestur hevur selt Oliver Klemensen Bødkær til HB", skrivar 07 Vestur í dag:
- Tað er við sorgblídni, at vit siga honum farvæl. Vit høvdu fegin havt hann við okkum víðari, men hava samstundis stóra virðing fyri, at hansara fótbóltsligu dygdir og mál røkka longur enn til at spæla í 1. deild.
Danin hevur nú ístaðin undirskrivað sáttmála í Gundadali til og við 2029.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald