Kosice, Slovakia (Portalurin): Tvær ferðir seinastu seks vikurnar hava Føroyar spælt móti slovakisku bólkafavorittunum, sum eru styrkismettir nummar 47 í heiminum, og tvær ferðir hava føroyingar avrikað nóg væl og havt møguleikarnar at vinna.
Soleiðis var serliga í kvøld í Slovakia, har Føroyar eisini løgdu seg á odda 2-1 við flottum máli stutt eftir steðin: Hanus Sørensen væl innum til Petur Knudsen, sum rann perfekt, sneiddi ein slovaka væl avm skeyt/alveraði, og Áki Samuelsen fekk prikað bóltin í netið.
Áki Samuelsen fagnaður eftir at hann fekk prikað bóltin í netið: Mál nummar tvey í fimm dystum í Nations League hjá vonginum, sum legði upp seinast móti Slovakia (Mynd: Sverri Egholm)
Nakað seinni rakti Petur Knudsen yvirleggjaran eftir flott føroyskt mótálop. Men Slovakia fekk eitt heldur tilvildarligt og margháttiligt mál, har ein slovaki, sum helst var rangstaddur, órógvaði Mattias Lamhuge nógv. Seinni rakti Poul Kallsberg eisini stongina í kuldanum í Slovakia - eftir enn eitt vælspælt føroyskt álop.
So endaði tað, eins og í Kasakstan seinast, 2-2. Og Føroyar hava fimm stig fyri fimm dystir. Ein heldur margháttlig støða at vera í, men við sigrinum hjá Moldova móti Kasakstan í kvøld merkir tað, at Føroyar noyðast at vinna, tá Moldova vitjar á Tórsvølli mánadagin. Hetta fyri at hava møguleika at spæla røkkstøkkdystir um uppflyting til Deild D.
Jóannes Kalsø Danielsen hevur leikbann til hendan dystin vegna gula kortið nummar tvey í kappingini. Tað var Viljormur Davidsen, sum skoraði fyrra málið hjá Føroyum við brotssparki - landsliðsmáli nummar átta hjá drúgva verjuspælaranum í landsdyst nummar 97.
Hetta var til 1-1, og føroyingar vístu góðan stríðsvilja og dygdir aftur á hesum degnum - móti á pappírinum sterkasta liðnum í bólkinum. Slovakar vardu fyri seinastu løtuna, so at teir vunnu bólkin.
Meira seinni
--------------------------------------------------------------
Nations League Deild C, bólkur 3
5. umfar, fríggjadagin 13. november
Slovakia - Føroyar 2-2 (1-1)
17' Erik Prekop 1-0
30' Viljormur Davidsen, br. 1-1
48' Áki Samuelsen (Petur Knudsen) 1-2
74' Lukas Haraslin 2-2
Moldova - Kasakstan 2-1 (1-0)
6. og seinasta umfar, mánadagin 16. november
15.00: Føroyar - Moldova - Ókeypis fyri føroyskar áskoðarar
Til ber at skráseta seg til atgongumerki her
Støðan:
1. Slovakia 11 stig *
--------------------
2. Moldova 7 stig
-------------------
3. Føroyar 5 stig
4. Kasakstan 2 stig **
* Hevur vunnið bólkin
** Hevur einki at spæla fyri
Eitt'arin flytir upp í B-deildina, meðan tvey'arin skal spæla røkkstøkkdystir um tað - heldur enn venjingardystir - í mars 2027.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald