Hondbóltur

Neistin stóra evropeiska uppgávu á Hálsi klokkan 19

Sveisiska LK Zug vitjar í 3. umfari í European Cup. Til ber at síggja dystin á Portal Play við frásøgumanni. Seinni dysturin byrjar eitt samdøgur seinni og sæst eisini á nýggja stroymingarpallinum.

Neistin er aftur á evropeiska pallinum (Mynd: Sverri Egholm)

Neistin er aftur á evropeiska pallinum (Mynd: Sverri Egholm)

2026-11-13 13:32 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í 2. umfari greiddu neistakvinnurnar uppgávuna í Kosovo væl, og eftir tveir sigrar har, er nú størri uppgáva á skránni í 3. umfari.

Sveisiska LK Zug er á vitjan í Havn í dag: Báðir dystirnir millum feløgini verða spældir á Hálsi og samanlagdi vinnarin fer víðari í European Cup.

Byrjað verður klokkan 19 í kvøld og í morgin, leydardagin 14. november.

Portal Play vísir báðar dystirnar. Hetta við Sjúrði Hildarsson Hoydal sum frásøgumanni. Dysturin sæst sum per-per-view, og atgongd kann keypast fyri 79 krónur.

H71 spælir í morgin, leygardagin klokkan 16, og sunnudagin, klokkan 13, í Póllandi móti ukrainska HC Galychanka.

Vitja Portal Play her

3. umfar í European Cup hjá kvinnum
Fríggjadagin 13. november
19.00 Neistin – LK Zug Handball (Sveis) - spæla í Høllini á Hálsi

Leygardagin 14. november
19.00 Neistin – LK Zug Handball - spæla í Høllini á Hálsi

Portal Play vísir báðar dystir

Leygardagin 14. november
16.00 HC Galychanka (Ukraina) – H71 - spæla í pólska býnum Bilgoraj

Sunnudagin 15. november
kl. 13.00 HC Galychanka – H71 - spæla í pólska býnum Bilgoraj

Til ber eisini at fylgja gongdini ovast á Portalinum, og vit hava myndir og annað úr høllini í kvøld

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder