Fótbóltur

FM1: Siga frá Slovakia - Føroyar - sum tann einasti miðilin á staðnum

Og hita verður upp í Fótbóltsskýlinum klokkan 17.15. Trygvi Absalonsen verður aftur til reiðar við mikrofonina klokkan 19, og dysturin í Slovakia byrjar klokkan 19.45.

Trygvi Absalonsen - her í Moldova í september. Verturin og frásøgumaðurin er aftur á ferð við FM1-mikrofonina (Mynd: Sverri Egholm)

Trygvi Absalonsen - her í Moldova í september. Verturin og frásøgumaðurin er aftur á ferð við FM1-mikrofonina (Mynd: Sverri Egholm)

2026-11-13 08:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Kosice, Slovakia (Portalurin): FM1 fer í dag at hava fótbóltssending og frásøgn beinleiðis úr Slovakia í sambandi við landsdystin - hetta sum tann einasti miðilin.

Hoyr eisini: Hanus Sørensen: - Eg hopi tað verður stong inn hesuferð

Trygvi Absalonsen hevur sendingar og sigur frá dystinum á staðnum - sum tann einasti miðilin.

Í dag senda vit Fótbóltsskýlið klokkan 17.15, har hugt verður fram ímóti dystinum, og frá klokkan 19 eru vit beinleiðis á leikvøllinum, har Trygvi Absalonsen aftur verður til reiðar við mikrofonirnar.

Sendiskrá í Slovakia fríggjadagin 13. november:
Klokkan 17.15: Fótbóltsskýlið
Klokkan 19.45: Slovakia - Føroyar 
- upptakt frá klokkan 19.00

Hoyr FM1 her

Hoyr sendingina frá í gjár: - Úrslitini næstu dagarnar kunnu lyfta A-landsliðið uppaftur meira

--------------------------------------------------------------

Nations League Deild C, bólkur 3
5. umfar, fríggjadagin 13. november
19.45: Slovakia - Føroyar

(Moldova - Kasakstan)

6. umfar, mánadagin 16. november
15.00: Føroyar - Moldova - Ókeypis fyri føroyskar áskoðarar

(Kasakstan - Slovakia)

Støðan: 
1. Slovakia 10 stig
--------------------
2. Føroyar 4 stig 
-------------------
3. Moldova 4 stig
4. Kasakstan 4 stig

Eitt'arin flytir upp í B-deildina, meðan tvey'arin skal spæla røkkstøkkdystir um tað - heldur enn venjingardystir - í mars 2027. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder