- Hetta er tann truplasta avgerðin, sum eg havi tikið á venjaraleiðuni. Eg ynski at takka øllum her í USA hjartaliga fyri tíðina. Men tá eitt felag sum Manchester United bjóðar venjarassesin, so er torført at siga nei.
Soleiðis segði ein sinnisrørdur Mauricio Pochettino á tíðindafundi í Fayetteville, Georgia, fyrr í dag. USA skal í morgin spæla ímóti Haiti, men tíðindafundurin snúði seg í stóran mun um, at Pochettino eftir landsdystirnar næstu dagarnar fer til Manchester United.
Søgan hevur gingið í bretsku miðlunum seinastu dagarnar, og nú er váttað, at Mauricio Pochettino hevur skrivað undir sáttmála til og við á sumri 2029.
Sí eisini: Carrick ikki longur venjari í Manchester United - Pochettino tekur væntandi yvir
Royndi argentinin, sum áður hevur leitt Tottenham í eina Champions League-finaluna, verður áttandi fasti United-venjarin síðani Sir Alex Ferguson gavst í 2013.
Eftir tíggju umfør er Manchester United á 18. plássi og harvið undir niðurflytingarstrikuni. Einki felag hevur vunnið færri dystir í Premier League, huglagið kring felagið er ringt, so ein risa uppgáva bíðar hjá Pochettino, sum í 2023-2024 var venjari hjá Chelsea.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald