Fótbóltur

Hópurin til Baltic Cup úttikin

20 spælarar eru úttiknir til Baltic Cup, sum verður í Estlandi um mánaðarskiftið.

(Mynd: Jóhanna Thomsen/FSF)

(Mynd: Jóhanna Thomsen/FSF)

2026-11-13 16:56 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Pætur S. Clementsen, venjari hjá A-landsliðnum við kvinnum hevur úttikið hópin, sum skal umboða Føroyar í Baltic Cup í Estlandi seinni í mánaðinum.

Føroyar spæla móti Estlandi 28. november klokkan 18.30, og 1. desember klokkan 12 verður dystur um 3. plássið, og klokkan 18 verður finalan spæld, skrivar Fótbóltssamband Føroya.

Nýggj í hópinum er 19 ára gamla Birita Mohr úr KÍ. Birita hevur umboðað Føroyar á bæði U17- og U19-landsliðnum.

Hópurin
Brá Zakariasardóttir (HB)
Gunnvá Lutzen (HB)
Lisa Haraldsen (HB)
Birita Mohr (KÍ)
Birita Ryan (KÍ)
Durita Hummeland (KÍ)
Eyðvør Klakstein (KÍ)
Heidi Sevdal (KÍ)
Jancy Mohr (KÍ)
Óluva Allansdóttir Joensen (KÍ)
Sanna Svarvadal (KÍ)
Tórunn Højgaard Joensen (KÍ)
Eydna Olsen Dalheim (Víkingur)
Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir (Víkingur)
Mona Rasmusdóttir (Víkingur)
Natalia Dansdóttir Olsen (Víkingur)
Fridrikka Clementsen (ÍBV, ÍSL)
Anna C Brændstrup (OB, DK)
Ásla Johannesen (Piteå IF, SVØ)
Teresa Jacobsen (ULM Warhawks, USA)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder