Fótbóltur

B36 í samráðingum við nýggjan útlendskan venjara

Sambært okkara keldum er talan um týskaran Andreas Patz, sum er staddur í Føroyum í løtuni. Hann hevur áður millum annað verið hjálparvenjari hjá Anderlecht og greinari hjá ungarska landsliðnum.

2026-11-13 22:51 Author image
Agnar Prestá
placeholder

B36 er eitt av feløgunum í fremstu deildunum uttan høvuðsvenjara í løtuni og hevur seinastu tíðina leitað eftir nýggjum venjara til næsta ár.

Fleiri hava verið á breddanum, og sum skilst hava onkrir norðmenn verið uppá tal.

Men síðstu dagarnar hevur eitt navn gingið aftur í gitingingunum: Andreas Patz.

Nú 43-ára gamli týskarin hevur millum annað verið hjálparvenjari í bestu belgisku deildini, fyrr í ár í stórfelagnum Anderlecht. Eisini hevur møguliga komandi B36-venjarin veirð greinari hjá ungarska A-landsliðnum.

Patz stóð á odda fyri Regensburg í 2. Bundesligu í 2024, umframt at hann hevur stjórnað liðum í lægru deildunum í Týsklandi, har tað tó framvegis er yrkisfóbóltur.

Portalurin hevur fingið váttað, at Andreas Patz er í Føroyum í løtuni, har ørindini eftir øllum at døma eru at tosa við B36.

Keldur siga, at tað nærkast, men at tað framvegis kunnu verða knútar sum gera, at tað ikki ber á mál við einari avtalu.

B36 hevur ársveitslu í annaðkvøld, leygardagin 14. november.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder