- At skora so nógv mál sum vinstri bakkur eri eg ótrúliga stoltur av. Og sonurin var her í dag: At skora og hava hesa upplivingina saman er ótrúliga stuttligt.
Soleiðis segði Viljormur Davidsen við Trygva Absalonsen í gjárkvøldið, tá FM1-frásøgumaðurin og raportarin á staðnum í Slovakia spurdi landsliðsliðformaðurin um tað at røkka 8 landsliðsmál.
Umframt at koma undir liðuna á Una Arge og Jóan Símun Edmundsson, og nærkast Toda Jónsson, Rógva Jacobsen og Klæmint Andrasson Olsen uppaftur meira á listanum yvir mest skorandi føroyskar A-landsliðsspælarar, var málið til 1-0 serstakt fyri Viljorm.
![]()
![]()
Viljormur Davidsen fekk aftur álitið úr ellivu metrum fyri Føroyar og var púra kaldur (Myndir: Sverri Egholm)
Sí eisini: Sterkt føroyskt avrik í Slovakia men sama søga
Nakrir fáir føroyskir áskoðarar vóru til staðar í Slovakia. Tvey teirra vóru tættir familjulimir hjá Viljormi Davidsen.
Annar var 14-ára gamli sonurin Mathias Gudmundsen, elsta barnið hjá ein av royndastu føroysku spælarunum.
Hin var systurin Jona Sølvia Davidsen, sum saman við sjeikinum var í Kosice. Tey sóu øll trygga brotssparksmálið hjá numamr trý og ein spenanndi 2-2 javnleik.
![]()
Viljormur við familju kundu partvíst fegnast eftir dystin (Mynd: Sverri Egholm)
Føroyskir áskoðarar í Kosice í gjárkvøldið (Myndir: Sverri Egholm)
Fleiri myndir: Súra og søta kvøldið í Slovakia
Føroyska ferðalagið kom aftur ógvuliga tíðliga í morgun. Í dag hevur tað í stóran mun snúð seg um hjá spælarunum at koma fyri seg. Mánadagin bíðar lagnudystir í Nations League móti Moldova - fyri fullsettum Tórsvølli ella útvið tí.
Sí eisini: Alt verður avgjørt móti Moldova mánadagin seinnapartin
------------------------------------------------------------------------
Nations League Deild C, bólkur 3
6. og seinasta umfar, mánadagin 16. november
15.00: Føroyar - Moldova - Ókeypis fyri føroyskar áskoðarar
Til ber at skráseta seg til atgongumerki her
FM1 og Portalurin hava ávikavist beinleiðis frásøgn og beinleiðis blogg av Tórsvølli mánadagin - við upptakt áðrenn og við samrøðum aftaná
Støðan:
1. Slovakia 11 stig *
--------------------
2. Moldova 7 stig
-------------------
3. Føroyar 5 stig
4. Kasakstan 2 stig **
* Hevur vunnið bólkin
** Hevur einki at spæla fyri
Eitt'arin flytir upp í B-deildina, meðan tvey'arin skal spæla røkkstøkkdystir um tað - heldur enn venjingardystir - í mars 2027.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald