Neistin tapti í gjárkvøldið fyrra dystin móti sveisiska LK Zug í European Cup, 29-22.
Feløgini hava avtalað at spæla báðar dystirnar í Høllini á Hálsi, og seinni dysturin verður spældur í kvøld klokkan 19.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2026/11/13/890x590/1794614062kckqfx5wnz.webp)
Fitt av fólki var til dystin í gjár (Mynd: Jens Kr. Vang)
Tað er samanlagdi vinnarin, sum tryggjar sær víðari luttøku í European Cup, og tískil skulu neistakvinnur vinna við átta ella fleiri, fyri at vinna seg víðari.
Hetta kann tykjast trupult, men tað er hinvegin ikki ómøguligt.
Eins og í gjár verður dysturin í kvøld vístur á Portal Play og tað við Sjúrði H. Hoydal sum frásøgufólki. Dysturin sæst sum per-per-view og kann keypast fyri 79 krónur.
Tryggja tær dystin á Portal Play her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald