Portalurin kundi fríggjakvøldið avdúka, at B36 var í tøttum samráðingum við týskan venjara við spennandi venjararensli.
Talan var um 43-ára gamla Andreas Patz, og okkara keldur søgdu, at tað av álvara nærkaðist einari avtalu. Nú er ein slík komin uppá pláss.
Les eisini: B36 í samráðingum við nýggjan útlendskan venjara
B36 hevur í kvøld, sama kvøld sum ársveitsla felagsins er, avdúka, at ein tvey-ára sáttmáli er gjørdur. Harvið skal Andreas Patz á pappírinum stjórnað besta mansliðnum hjá B36 í 2027 og 2028.
Jákup Martin Joensen byrjaði júst farna kappingarár í sessinum. Í steðginum tók ítróttrstjórin Jákup á Borg við sum fyribils venjari. Nú hevur hann verið við at sett nýggja mannin.
Spenanndi royndir á høgum stigi í viðførinum - skal fáa B36 á eitt hægri stig
Uppgávan man vera at fáa evropeiskar dystir til B36 aftur. Nú er liðið endað á 5. plássið trý ár á rað.
Harafturat skulu spælarar setast við, og Andreas Patz hevur fjølbroyttar royndir í venjarayrkinum, sum Fótbóltsfelagið B36 eisini vísir á, á síðu sínari:
- Undan summarsteðginum í ár var hann hjálparvenjari í belgiska Anderlecht. Í fjør var hann venjari í SSV Jahn Regensburg, sum tá spældi í Bundesliga 2, ið er næstbesta deildin í Týsklandi.
Hann hevur eisini royndir sum hjálparvenjari í belgiska Cercle Brugge, høvuðsvenjari í týska Carl Zeiss Jena og sum greinari á ungarska landsliðnum.
Patz í Regensburg sum venjari. Liðið spældi í næstbestu týsku deildini
Í stuttari viðmerking sigur týski høvuðsvenjarin hjá B36:
- Eg eri sera errin av at gerast partur av B36-familjuni, og saman fara vit undir ein nýggjan kapittul í søgu felagsins.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald