Annað

Fleyr vann sannførandi á Ternuni, tó at fyrsta sett var javnt

Hotel Djurhuus-deildin: Ternan – Fleyr 0-3 (25-27, 14-25, 8-25).

(Mynd: Fleyr)

(Mynd: Fleyr)

2026-11-15 11:00 Author image
Innsent
placeholder

Flogbóltssamband Føroya: Tá samanum kom, vann oddaliðið úr Havn í gjár tryggan sigur á Ternuni, sum tó hevði settbólt í fyrsta setti og eisini megnaði at bíta frá sær fyrra helmingin av øðrum setti.

Á Toftum iðra tær í Ternuni seg um, at tær ikki vunnu fyrsta settið, eftir at hava verið frammanfyri 19-14, og eisini hava havt settbólt við støðuna 25-24. Fleyr, sum eisini sjálvt hevði havt settbólt beint áðrenn við støðuna 24-23, yvirlivdi tó settbóltin hjá Ternuni og vann eisini næstu tveir bóltarnar og settið 27-25.

Í øðrum setti fylgdi Ternan við til 8-9, men so fór at dragna millum liðini, og Fleyr vann lættliga 25-14.

Tað var ikki minni lætt hjá Fleyr í triðja setti, og skjót var Fleyr frammanfyri 7-2 og 12-4. Ternuni eydnaðist tá at vinna eitt stig, men síðan vann Fleyr 10 á rað og legði seg á odda 22-5, áðrenn settið varð vunnið 25-8.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder