2026-11-15 14:51
FM-kappingin í Bridge fyri blandað pør varð spæld í Bridgehúsinum í Havn leygardagin 14. november, og vinnararnir gjørdust aftur Símun Lassaberg og Birita Clementsen.
10 pør luttóku í kappingini og spældu tilsamans 45 spøl - 3x15 spøl við tveimum stuttum kaffisteðgum, skrivar Føroya Bridgesamband.
Nummer tvey gjørdust Marnar Joensen og Maria Hansen, og á triðja plássi endaðu Dia Jacobsen og Arnleyg Mikkelsen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald