Trý føroysk kvinnulið byrjaðu í 2. umfari í European Cup, og øll vunnu seg víðari til 3. umfar í triðsterkastu evropeisku kappingini. Bæði Neistin og VÍF vunnu sínar dystir í Kosovo, meðan H71 vann samanlagt greitt á Dudelange úr Luksemborg í tveimum dystum í Hoyvíkshøllini.
Í 3. umfari harðnaði mótsstøðan tó munandi, og føroysku liðini - har samanlagt ikki nógvar evropeiskar royndir eru á - høvdu ongan livandi kjans samanlagt. Serliga ikki hetta vikuskifti.
Best gekst hjá VÍF, sum var í Slovakia síðsta vikuskifti. Vestmannakvinnur taptu tó við tíggju málum í seinna dystinum móti Slovan Duslo Sala og samanlagt við 15 málum.
![]()
Vestmannakvinnur stríddust væl í Slovakia, men tær hjá Slovan Duslo Sala vóru ov sterkar (Mynd: VÍF/AVA Photography)
Hoyvíkskvinnur vóru eisini á ferð. Tær spældu sínari dystir á uttanveltaðum vølli: Í Póllandi móti ukrainska HC Galychanka. Tá somu liðini hittust í hesi kappingini í 2022, var talan um ógvuliga tættan dyst á Hálsi. Men liðini eru øðrvísi nú, og H71 tapti við heili 15 málum í fyrra dystinum, sum var leygardagin. Í dag var frægari, men tað var skjótt 9-2, og hoyvíkskvinnur taptu samanlagt 46-69 í Póllandi.
Størst tapti Neistin, sum eisini hevði stóra uppgávu móti liði úr Sveis. Heimavallarfyrimunurin og fleiri góð ting tíðliga í fyrra dystinum fríggjakvøldið, hjálpti nakað. Tað endaði 22-29, men leygarkvøldið stóð 45-23 á máltalvuni til LK Zug. Samanlagt 30 mál á muni
Video: Avsmurningur í seinna European Cup-dystinum á Hálsi
3. umfar í European Cup hjá kvinnum
Neistin – LK Zug Handball (á Hálsi) 45-74
HK Slovan Duslo Sala - VÍF (Sala, Slovakia) 65-50
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald