Hondbóltur

Füchse vann týðandi føroyingauppgerð í Bundesliguni

Hákun West av Teigum skoraði fýra mál í Berlin, har THW Kiel var á vitjan. Elias Ellefsen á Skipagøtu og hinir mistu takið, Füchse spældi væl, og nú er tættari í oddinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-11-15 19:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seks dagar eftir at teir spældu dramatiskan landsdyst saman í Montenegro, hittust Hákun West av Teigum og Elias Ellefsen á Skipagøtu við stóru týsku liðum teirra í Berlin.

THW Kiel kom til høvuðsstaðin í gjár sum oddalið og var eisini omaná eina góða løtu. Tað var 12-14 í steðginum, og tá Elias Ellefsen á Skipagøtu kom inn fyri slovenan Domen Makuc eftir 15 minuttir, fekk føroyingurin spælið hjá Kiel at flóta betri. Útiliðið fór frammum - eitt smart upplegg hjá Eliasi tíðliga sæst í videobrotinum ovast.

Sì hæddarpunkt ovast - einki av teimum fýra málunum hjá Hákuni ella samanlagt seks føroysku sæst

Men Lasse Ludwig stóð væl í málinum hjá Füchse - samanlagt 17 bjargingar - verjan fekk betur tamarhald á góðu bakspælarunum hjá Kiel, umframt at Hákun West av Teigum og hinir skoraðu... og skoraðu.

Füchse Berlin vann 2. hálvleik 16-11, og føroyski høgri vongurin skoraði samanlagt fýra mál. Millum annað eitt týðandi útjavnandi mál til 20-20 og eitt kontramál stutt seinni, tá Füchse fór avstað.

[object Object]
Hákun West av Teigum spældi allan dystin og skoraði týðandi og góð mál móti Perez de Vargas og Andreas Wolff (Mynd: Sverri Egholm)

Um hetta mundið fekk Elias á Skipagøtu útvísing í roynd at tarna skjótum álopi, eftir at hann sjálvur hevði havt skeiva alvering. Seinastu løtuna fekk Kiel einki at koyra, og av tí at Magdeburg vann á Flensburg-Handewitt í dag, reyk oddasessurin 

Füchse Berlin nærkast hinvegin ovastu plássunum. Seks stig eru upp til júst Kiel á 2.pláss, og neyðugt er at enda í topp-tvey fyri at røkka Champions League. Füchse er í løtuni á 4. plássinum og hevur tveir dystir færri enn Kiel.

Sí støðuna her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder