Hondbóltur

7 móti 6 í dag: Evropeiskt afturlit og upptakt

Henny á Líknargøtu og Ró Reginsdóttir úr Neistanum vitja, og vit tosa eisini við Djóna Gaard Joensen úr H71 og hyggja uppá støðuna í landskappingini. Lurta á FM1 frá klokkan 17.15.

Ró Reginsdóttir roynir seg í European Cup-dysti móti sveisiska LK Zug. Har tapti Neistin stórt

Ró Reginsdóttir roynir seg í European Cup-dysti móti sveisiska LK Zug. Har tapti Neistin stórt

2026-11-17 11:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hondbóltssendingin 7 móti 6 er á skránni hvønn týsdag eftir tíðindini á FM1 klokkan 17.

Sjúrður Hildarson Hoydal er vertur, og í dag vitja Henny á Líknargøtu og Ró Reginsdóttir, ávikavist nevndarlimur og og spælari hjá Neistanum.

Neistin og H71 fóru út úr Euroepan Cup við einum braki síðsta vikuskifti. Tað gekst tó væl fyrr í kappingini, og tær fara at seta orð á upplivingarnar. Ró Reginsdóttir skal í desember til eitt vaksnamannaendaspæl á fyrsta sinni - EM í Póllandi - og hetta verður eisini vent.

Djóni Gaard Joensen var við H71-kvinnunum í Póllandi, og nú fyrireikar høvuðsvenjarin hjá besta mansliðnum í Hoyvík seg uppá at taka ímóti einum pólskum liði, sum vitjar í Hoyvíkshølini leygardagin og sunnudagin.

[object Object]
Djóni Gaard Joensen og H71 skulu royna at vinna seg til 4. umfar í European Cup

Vit koma nakað inn í fyrireikingarnar hjá hoyvíkingunum, og eisini inn á støðuna í landskappingunum.

Lurta eftir FM1 her ella á vanligu frekvensunum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder