Hondbóltur

U19 kvinnur: 18 leikarar úttiknir til venjingardystir móti Stórabretlandi

28. og 29. november, sama vikuskifti sum U17 EM-undankappingin, eru tveir venjingardystir á skránni móti Stórabretlandi.

(Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

(Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

2026-11-18 14:01 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

28. og 29. november koma U19-kvinnurnar hjá Stórabretlandi á vitjan í sambandi við tveir venjingardystir.

Landsliðsvenjarnir hava úttikið 18 leikarar til dystirnar, skrivar Hondbóltssamband Føroya. Tær, sum eru úttiknar, eru:

Málverjar:
Bjørk Germaine Jákupsdóttir, Neistin
Lý Haraldsdóttir, EB/Tjaldur

Útileikarar:
Martha Rógvadóttir Thorsen, VÍF
Maria Poulsen Hellisdal, Kyndil
Arina Høgnadóttir Wang, Neistin
Elinborg Kunoy Dávadóttir, EB/Tjaldur
Bjørk Mariusardóttir, StÍF
Lý Dávadóttir Magnussen, VÍF
Lilja Skaalum Vilhelm, H71
Solveig Guðmundsdóttir Ripley, H71
Halla Haldansen, VÍF
Lív Berg á Lag, H71
Vár Leo Mortansdóttir, Neistin
Bára Holm í Innistovu, VÍF
Dinna Feilberg Lamhauge, EB/Tjaldur
Poula Djurhuus á Neystabø, Kyndil
Fríða Eysturtún Rubeksen, H71
Emily Andresen, Kyndil

Venjingardystirnir verða leiktir sama vikuskifti sum U17 EM-undankappingin við Tjarnir er. Leikskráin sær soleiðis út:

Fríggjadagin 27. november
kl. 16.30 Ísland – Turkaland
kl. 19.00 Føroyar – Ísrael

Leygardagin 28. november
kl. 14.30 Turkaland – Ísrael
kl. 17.00 Ísland – Føroyar
kl. 19.30 Føroyar – Stórabretland (U19 venjingardystur)

Sunnudagin 29. november
kl. 14.30 Ísrael – Ísland
kl. 17.00 Føroyar – Turkaland
kl. 19.30 Føroyar – Stórabretland (U19 venjingardystur)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder