Hondbóltur

Video: Savna føroysku áskoðararnar í Póllandi

Føroya Banki, Effo, Wenzel og Atlantic Airways skipa fyri ókeypis upphiting áðrenn allar dystirnar í Póllandi. Fyrsti dysturin hjá kvinnulandsliðnum er 5. desember.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-11-18 22:20 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nú fer at nærkast til fleiri enn 300 føroyingar seta kós móti Katowice í Póllandi, har føroyska A-landsliðið hjá kvinnum spælir EM-endaspæl.

Eins og til undanfarin endaspøl hava nakrir av stórstuðlunum hjá hondbóltinum sligið seg saman og fara at skipa fyri at savna føroysku fjeppararnar.

Tað eru Føroya Banki, Effo, Wenzel og Atlantic Airways, sum vera við í Katowice og skipa fyri ókeypis upphiting áðrenn allar dystirnar umframt afterparty.

Bæði upphiting og Afterparty verður á Hotel Diament Plaza har flestu føroyingarnir eisini fara at búgva.

Dystirnir í bólkinum liggja soleiðis, talan er um pólska tíð:

Leygardagin 5. des: kl. 18.00 Frakland – Pólland og kl. 20.30 Føroyar – Ukraina

Mánadagin 7. des: kl. 18.00 Pólland – Ukraina og kl. 20.30 Frakland – Føroyar

Mikudagin 9. des: kl. 18.00 Føroyar – Pólland og kl. 20.30 Ukraina - Frakland.

Fleiri upplýsingar eru at síggja á upphiting.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder