- Vit eru ikki favorittar, men vit síggja avgjørt møguleikar og brigdi, sum kunnu vera til okkara fyrimuns.
Hetta staðfesti Djóni Gaard Joensen í samrøðu við FM1 fyrr í vikuni.
Hon varð gjørd, meðan venjari hjá H71 fyrireikaði seg til stóru evropeisku uppgávuna, sum verður um vikuskifti.
Hoyvíkingar taka ímóti Ostrovia úr Póllandi. H71 hevur eftir samráðingar fingið báðar dystirnar til Føroya, og hetta kann fáa stóran týdning.
Dystirnir verða spældir leygardagin 21. november og sunnudagin 22. november. Báðir dystirnir byrja klokkan 17.
Báðir dystirnir verða eisini at síggja á Portal Play. Hetta fyri 79 krónur fyri hvønn dyst - talan er um sonevnt "pay-per view".
Sjúrður Hildarsson Hoydal sigur frá dystunum á stroymingartænastuni hjá Portalinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald