Hondbóltur

Beinleiðis á TV3 og Viaplay: Óli Mittún móti Magdeburg klokkan 17.45

GOG tekur móti týsku meistarunum, og týðandi stig eru uppá spæl í 1. umfari í Champions League-miðumfarinum. Føroyski úrmælingurin skal royna at skína móti liðnum, sum hann hevur verið settur í samband við.

Óli Mittún móti THW Kiel við Tjarnir í august - í kvøld spælir føroyski spælskiparin móti øðrum týskum stórfelagi í Champions League (Mynd: Jens Kr. Vang)

Óli Mittún móti THW Kiel við Tjarnir í august - í kvøld spælir føroyski spælskiparin móti øðrum týskum stórfelagi í Champions League (Mynd: Jens Kr. Vang)

2026-11-19 14:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Týskvøldið tapti Füchse Berlin 34-31 í Aalborg, har Hákun West av Teigum skoraði tvær ferðir móti Niklas Landin.

Tapið var ein smeitur fyri týska liðið, sum einki stig hevur verið sær til miðumfarið í Champions League.

Í kvøld kl. 17.45 vitjar enn eitt týskt lið í Danmark í 1. av átta umførunum í miðumfarinum. Magdeburg spælir á Fjóni, har hin føroyski spælarin, sum er við í kappingini, skal steðgast.

Óli Mittún hevur havt eitt frálíkt kappingarár - í donsku kappingini har GOG er greitt oddalið og í Champions League.

21-ára gamli hoyvíkingurin hevur verið settur í sambandi við eitt skifti til týska meistaraliðið. Tað verður tó ikki enn, og í kvøld jagstrar GOG týðandi stig: Danska felagið hevði einki stig við víðari, meðan Magdeburg hinvegin hevði fýra.

Fýra tey fremstu liðini í bólkunum við seks liðum koma til fjórðingsfinalurnar - Sí støðuna her

Dysturin millum GOG og SC Magdeburg sæst á danska TV3 og á Viaplay.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder