Bergsøy Handball er í einari heldur truplari støðu. Ikki óvæntað er Bergsøy, sum uppflytari og á fyrsta sinni í fremstu norsku deildini, í niðurflytingarstríðnum. Eitt stig er komið til høldar fyrstu 10 umførini, og bert Sandnes er niðanfyri.
Fyri kortum gjørdist høvuðsvenjarin hjá Paula Høj og Ova Lützen eisini sjúkrameldaður vegna álvarsama sjúku.
Men nú hevur Bergsøy fingið ein megnarstyrk til venjarabonkin í neyðuni. Talan er um 54-ára gamla Glenn Solberg.
Sjálvur spældi hann 122 A-landsdystir fyri Noreg og umframt góðar løtur í felagnum í heimstaðnum, Drammen, royndi Solberg seg spælari í Bundesliguni og í risa katalanskum felagið: Evropeiskt steyp og annað komu í hús í árunum í Barcelona, áðrenn leiðin gekk aftur til Týsklands, hesaferð til stórfelagið Flensburg-Handewitt.
Sum venjari er Solberg mest kendur fyri væleydnaða tíðarskeiðið 2020-2024, har hann stóð á odda fyri svensku monnunum. Frá 2021 til og við 2024 komu trý heiðursmerki til høldar í stórum endaspølum: HM-silvur í 2021, EM-bronsa í 2024 og ímillum har: EM-gullið í Budapest í 2022 tá Svøríki kom aftur á hondbóltstindin.
Seinastu smáu tvey árini hevur Glenn Solberg starvast í sonevnda Olympiatoppen í Noreg - har arbeiðir man við olyimpiskum íðkarum og ætlanum í mun til OL. Nú skal hann, umframt hetta royna at flyta Bergsøy Handball rætta vegin.
Felagið í lítla Fosnavðg hevur tveir 24-ára gamlar havnarmann í hópinum: Pauli Høj, sum hevur verið við A-landsliðnum fyri kortum, var við at flyta liðið upp, og neistamaðurin var besti vinstri vongur í Noreg í okotber. Ovi Lützen kom úr Kyndli síðsta summar. Teir fáa nú stórt venjaranavn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald