Bert fimm spælarar hava spælt fleiri ferðir á manslandsliðnum enn Hallur Hansson.
Hann var millum annað undangongumaður í ógvuliga góðum tíðarskeiði miðskeiðis í 2010'unum, skoraði til 1-0 í minniliga heimasigrinum á Grikkalandi, og gjørdist seinni liðformaður á A-landsliðnum.
76 ferðir spældi orkuríki og dugnaligi miðvallarin fyri A-landsliðið hjá Føroyum. Áðrenn ein álvarsamur knæskaði og fylgiskaðar fóru at leggja stórar meinbogar fyri nøkrum árum síðani, var Hallur Hansson millum annað liðformaður í Superliga-felagnum AC Horsens.
Tíðin uttanlands byrjaði sum lærlingur í Abeerdeen, og tíðin sum fótbóltsspælari endaði í KÍ.
Í Fótbóltsskýlinum í dag fer Hallur Hansson at tosa eitt sindur um hesa hendingaríku tíðina við Trygva Absalasonsen.
Komið verður eisini eitt sindur inn á 2. plássið hjá landsliðnum í Nations League og dagsins røkkstøk-lutakast í ársins seinasta Fótbóltsskýli, sum byrjar tá tíðindini klokkan 17 eru liðug.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald