Hondbóltur

Hyggið eftir avgerandi evropeiska dystinum hjá H71 á Portal Play

Hoyvíkingar eru á odda við tveimum málum eftir fyrra dystin móti Ostrovia, og harvið sendir eitt tap við einum máli ella alt betri enn tað H71 víðari. Dysturin í dag byrjar klokkan 17.

Boas Ellefsen á Skipagøtu varð toppskjútti í gjár við 11 málum (Mynd: Jens Kr. Vang)

Boas Ellefsen á Skipagøtu varð toppskjútti í gjár við 11 málum (Mynd: Jens Kr. Vang)

2026-11-22 10:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

33-31 í gjár. So er spurningurin, um H71 heldur stásið við líka - og heldur leiðsluna.

Eitt tap við einum máli gongur hjá greipuvinnarunum, og tað ger javnleikur eisini. Men vinnur KPR Ostrovia við trimum málum ella meira í kvøld, so verður tað pólska liðið, sum fer víðri til 4. umfar í European Cup.

Video: Tvey málssigurin í Hoyvík

Lagt er upp til stóran spenning í Hoyvíkshøllini, har seinni dysturin í 3. umfari eisini verður spældur.

Dysturin sæst á Portal Play fyri 79 krónur. Sjúrður Hildarson Hoydal verður frásøgumaður

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder